Hans Enoksen hóttur eftir lívinum

Ein 20 ára gamal maður hótti leygardagin við at myrða grønlendska landsstýrisformannin Hans Enoksen var á veg til hús frá einari jarðarferð leygardagin, tá ein ungur maður tók í bringuna á honum og hótti hann eftir lívinum. Maðurin var ikki vápnaður.

Løgreglan í Nuuk tók seinni mannin, sum varð varðhaldsfongslaður aftan á grundlógaravhoyring í gjár.

Hans Enoksen sigur við grønlendska kringvarpið, at hann hevur fingið mangt oman yvir sín kropp, síðani hann fór upp í politikk, men at hetta er fyrstu ferð, at hann er hóttur eftir lívinum.

Tann 20 ára gamli hótti eisini við at beina fyri landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Per Bethelsen.