Hans Jørgen Jensen deyður

Hans Jørgen Jensen, fyrrverandi fólkatingsmaður, andaðist fyrr í mánaðinum, 77 ára gamal.

Hans Jørgen Jensen, sum búði í Nærum við Keypmannahavn, var fólkatingsmaður frá 1977-84 og frá 1987-94. Hann var eisini kendur í Føroyum, tí á hvørjum ári í fleiri ár var hann umboðsmaður fyri fólkatingið til aðalfundin hjá Færøernes Realkredittinstitut – vanliga nevnt Realurin. Hann var ein sannur føroyavinur, og honum dámdi avbera væl túrarnar í Føroyum.
Hans Jørgen Jensen hevði eisini sera stóran áhuga fyri fjølmiðlum og blaðarbeiði – og hann hevði eisini serligan tokka til Sosialin og gjørdist ein »vinur av húsinum«, sum vit plaga at siga, tí hann vitjaði javnan á Sosialinum á sínum mongum føroyaferðum.
Hans Jørgen Jensen var fakfelagsmaður, hann var formaður í Funktionærforbundet frá 1977 – 1992, og hann var skrivari í sama felag frá 1970. Upprunaliga var hann útbúgvin í Trørød Brugsforening. Í 1951 var hann sjúkrakassafunktionerur, og í 1966 byrjaði hansara fakliga karriera, tá hann tók yvir sessin sum forrætningsførari fyri Sjúkrakassafunktionerarnar.
Hans Jørgen gjørdist tíðliga politiskt virkin, og var hann formaður í lokala DSU felagnum (ungmannafelagið hjá danska Javnaðarflokkinum) í Søllerød. Hann hevur eisini verið virkin í ymsum felagsskapum. Eitt nú var hann formaður í Sygekassernes Helsefond, hann var formaður fyri Den Nordiske Funktionærsammenslutning og gjørdi eisini stórt arbeiði fyri AOF (Arbejdernes Oplysnings Forbund).
Hans Jørgen Jensen var eisini fráhaldsmaður og virkin í fráhaldsrørsluni IOGT, sum hann eisini gjørdi stórt arbeiði fyri.
Eftir pensjónsaldur var hann í fleiri ár formaður í LO Faglige Seniorer, og síðstu tíðina var hann virkin í felagnum Fred og Forsonin-Mandela Center Danmark.
Í februar í fjør gav hann út bókina »<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$På eget ansvar -?En historie om manglende sammenhæng i sundhedsvæsenet« sum snýr seg um tað stríð hann fekk, tá konan gjørdist álvarsliga lungasjúk, og hann mátti vera um hana tey síðstu árini. Í bókini vísir hann vantandi virðingina, sum heilsuverkið gevur fólki í slíkari støðu.