ÍF hevur funnið venjaraloysnina fyri tvey tey komandi kappingarárini.
Sigast kann, at talan er um eina í stóran mun lokala venjaraloysn.
Ólavur Larsen, ið hevur tikið nógv tøk fyri ÍF skal saman við Hans Jørgen Djurhuus úr Syðrugøtu venja besta mansliðið hjá ÍF komandi tvey kappingarárini.
Í "Formansrunduni" á FM1 ígjár segði Dan Petersen, formaður í ÍF, at ÍF fer at styrkja hópin, so liðið kann standa seg munandi betri í Betrideildini komandi kappingarár.
ÍF endaði aftast í Betrideildini við bert seks stigum, men fyri fyrstu ferð síðani 1976 flytur einki lið upp í bestu mansdeildina í fótbólti, og ÍF fær sostatt ein nýggjan møguleika í bestu mansdeildini.