Hans Jacob Hansen deyður

Mánadagin 21. apríl andaðist Hans Jacob Hansen, vanliga nevndur Hans Jacob á Brúnni, í Fuglafirði, 75 ára gamal.

Hans Jacob var úr Fuglafirði, sonur Petru og Hans Jacob Hansen, á Brúnni. Bæði hann og pápin blivu nevndir Hans Jacob á Brúnni. Hans Jacob var ein sera fjølbroyttur maður. Hann fór tíðliga at royna seg sum listamálara, og var hann fyrsti fuglfirðingur, sum hevði málningaframsýning í Havn. Saman við øðrum tók hann stig til fyrstu Varmakelduframsýningina fyri umleið 30 árum síðan. Hann hevur verið í hornorkestrinum síðan fuglfirðingar byrjaðu at spæla horn, til hann noyddist at gevast, tí eyguni fóru at bila. Tá eyguni fóru at bila, fekk hann sær eina teldu, ið kundi vaksa so mikið um bókstavirnar, at hann sá teir. Hann sá møguleikarnar í hesum tóli og byrjaði at skriva, og skrivaði hann t.d. yrkinga- og stuttsøgusavnið, Á Brúnni. Hans Jacob var eisini ein kendur harmonikuspælari og var við til mong tiltøk í hesum sambandi. Í fleiri ár var hann eisini við í Fólkatónleikarastevnuni, oftast við egnum løgum og tekstum. Seinnu árini hevur hann eisini verið við til at syngja kingo, m.a. á mentanarstevnuni í Norðurlandahúsinum. Hann hevur spælt nógv sjónleik, og var hann ein av stigtakarunum til Fuglafjarðar Sjónleikarafelag. Minniligasta avrikið hjá honum sum sjónleikari man vera tá hann spældi leiklutin sum Tormóður í filminum Barbara. Hann hevur arbeitt sum fiskimaður og útróðrarmaður og í mong ár sum landari á Havsbrún í Fuglafirði. Hans Jacob giftist við Minu, f. av Vollan av Glyvrum. Tey fingu tey 5 børn, ein son og fýra døtur sum allar búgva í Danmark. Friður veri við minninum um Hans Jacob á Brúnni.