Hans Karl Saltá 70 ár

Í dag, fríggjadagin 17. september, verður Hans Karl Saltá í Saltnesi 70 ár. Føðingardagurin verður hildin í morgin kl. 14-19 hjá Ednu og Hilmari Højgaard í Saltnesi.

Ivaleyst eru tað mong kring landið, sum komast við Hans Karl, sum síðani í 1965 hevur verið í starvi hjá Esso og síðani Statoil. Hann er fyrikomandi og honum dámar væl at práta, Hans Karl fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum, og hann hevur ógvuliga greiðar og avgjørdar meiningar.
Hans Karl er ættaður úr Saltnesi, og har hevur hann búð so at siga alla sína tíð. Hann er sonur Ingu og Edmund Jacobsen, sum var av Roykheyggi. Hon varð rópt danska Inga. Tað komst av, at hon varð fødd í Danmark og var tvey ára gomul, tá ið hon kom til ommuna og abban á Strondum at vera. Edmund Jacobsen fórst í september í 1941 við Morning Star. Eingin av manningini spurdist aftur, og millum skipsfelagarnar hjá Edmundi vóru pápi hansara og ein beiggi hansara.
Tá ið pápin fórst, var Hans Karl sjey ára gamalur og elstur av trimum systkjum. Hini eru Salemon, sum býr í Kollafirði, og Elsa, sum býr á Toftum. Inga giftist seinni uppaftur við Mikkjali á Fossinum á Toftum. Tey fingu eina dóttur. Hon eitur Edith og býr í Havnini.
Hans Karl giftist í 1956 við Annu. Hon er úr Fuglafirði, dóttur Hilmu og Meinhard Jacobsen ella Meinhard á Gulldrangi, sum hann varð nevndur.
Anna og Hans Karl, sum fingu sær Saltá til eftirnavn fyri umleið tredivu árum síðani, eiga trý børn: Edna, Hildigunn og Jóan Símun. Hildigunn býr í Havnini, og Edna og Jóan Símun búgva í grannalagnum hjá foreldrunum. Abbabørnini hjá Hans Karl eru sjey, og langabbabørnini eru tvey. Familjan stendur føðingardagsbarninum ógvuliga nær, og tað er honum stór gleði, at síðstu skotini á familjubulinum eru grannar hjá honum.
Í 1950 fór Hans Karl til skips við Gunhild, sum Hanni við Rætt førdi. Seinni var hann við Valfarinum og Phiphi, og í 1959 fór hann við Hans Olivuri Højgaard, sum varð bygdur í Noregi. Tá var Hans Karl maskinmaður. Veturin 1957/58 hevði hann gingið á motorpassaraskúla í Klaksvík. Øll hesi árini var Johan Fossdalsá, vanliga nevndur Hanne bror, skipari.
Í 1965 fór Hans Karl í starv hjá Esso, og hann er framvegis í starvi hjá Statoil. Hann rekur bensinpumpuna í Oyrum á Toftum. Fram til 1993 sigldi hann við olju kring oyggjarnar. Fyrst var tað við Esso Søldarfjørð, síðani við Esso Føroyar og so Stathav, sum fórst árið eftir, at Hans Karl var farin í land. Eftir at hann var givin at sigla, arbeiddi Hans Karl í nøkur ár hjá Statoil í Søldarfirði.
Frá tí at hann var 38 ára gamalur, hevur Hans Karl verið plágaður av liðagikt. Men hóast darvaður av veikleika og tey seinnu árini heilsuveikur, so hevur hann við stálsettum vilja, treiskni og stórum ídni og nærlagni lagt nógv arbeiði á seg sjálvan. Fleiri ferðir hevur Hans Karl ligið lágt, men hvørja ferðina hevur hann sum fuglurin Føniks reist seg aftur.
Tað ber neyvan til at finna trúfastari fólk enn Hans Karl. Hann er sera góður við sítt heimpláss og sína kommunu, hevur við lív og sál gingið uppí Fríðrikskirkjuna og leguhúsið í Nesvík, og so plaga tey at siga, at Fólkaflokkurin, Statoil og Toyota bilarnir hava verið hansara eitt og alt.