Hans Pauli rættar skútuna uppaftur

? Fíggjarnevndin ætlaði rættiliga at seta spariknívin á bæði eldrarøktina, Landssjúkrahúsið og á serforsorgina, men nú hevur tað eydnast Hans Paula Strøm, landsstýrismanni at yvirtalað samgonguna til at lata vera

Almannaverkið

? Tað verður ikki so galið, sum tað sær út til.
Hans Pauli Strøm. landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum hevur rættað skútuna uppaftur.
Tað kom illa við hjá honum, tá ið fíggjarnevndin álitið til fíggjarlógina fyri løgtingið.
Tá ið landsstýrið gjørdi uppskotið til fíggjarlóg, varð stórur dentur lagdur á at raðfesta trý øki serliga høgt: Eldrarøktina, serforsorgina og Landssjúkrahúsið.
Men júst hesi trý økini hevur fíggjarnevndin skorið rættiliga nógv niður, nú hon hevur viðgjørt fíggjarlógina.
Fíggjarnevndin var samd um at skerja játtanina til Landssjúkrahúsið tríggjar milliónir, at skerja serforsorgina 3,5 milliónir og at kappa heilar seks milliónir av játtanini til eldrarøktina.
Sostatt ætlaði fíggjarnevndin at skerja heilar 12,5 milliónir av játtanini, sum landsstýrið ætlaði at lata til hesi trý økini.
? Hetta hevði verið ómetaliga óheppið fyri hesi trý, sera týdningarmiklu økini, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at verða tríggjar milliónir skornar av játtanini til Landssjúkrahúsið, kann tað føra við sær, at ráð verða ikki til at taka nýggja bygningin í nýtslu í ár.
? Endamálið við at økja játtanina til eldrarøktina munandi, var at koma burturúr afturvendandi trupulleikanum, har ávísir tættir í heimarøktini, eitt nú reingerð, brádliga halda uppat ávís tíðarskeið, tí peningurin røkkur ikki til. Og í fjør upplivdu vit so fyri fyrstu ferð, at tað varð bíðitíð til at fáa heimarøkt. Samstundis eru tað bæði sambýli og røktarheim, sum skulu takast í nýtslu í ár.
? Verður ætlanin hjá fíggjarnevndini fylgd, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar, tí tað fer at seta okkum í somu støðu sum frammanundan, og tað var júst tað, vit vildu sleppa burturúr, sigur landsstýrismaðurin.
Hann vísir eisini á, at serforsorgin fevnir um øll tey børn, sum hava serligan tørv fyri neyðini.
? Felags fyri nógv av hesum økjum er, at játtanirnar hava verið ógvuliga neyvar, og sum oftast hava tær enntá verið eitt sindur ov lítlar til at tað hevur ikki borið til at hildið tær, serliga
tá ið óvæntaðir trupulleikar stinga seg upp, eitt nú í serforsorgini.
Landsstýrismaðurin sigur, at í uppskotinum hjá landsstýrinum var játtanin so mikið stór, at tað hevði sloppist undan aftuvendandi trupulleikum av tí, at játtanin ikki røkkur til.

Fær rætta skútuna uppaftur
Hans Pauli Strøm sigur, at eftir at fíggjarnevndin hevur lagt álitið fram, hevur samgongan tosað saman um tær skerjingar, sum eru gjørdar.
Og hann sigur, at hann hevur fingið lyfti um at skerjingarnar skulu strikast.
? Tað var ikki uttan orsøk, at landsstýrið setti tær játtanirnar á fíggjarlógina, sum vit gjørdu og tí hevði tað verið ómetaliga óheppið at skert játtanirnar so nógv, sum fíggjarnevndin hevur ætlað, sigur Hans Pauli Strøm.
? Eg havi fingið lyfti um, at tað, sum fíggjarnevndin hevur skorið av játtanini til tey trý kjarnuøkini hjá samgonguni, nevniliga Landssjúkrahúsinum, serforsorgini og eldrarøktini, skulu setast uppá aftur.
Hann veit ikki um tað verður uppá oyrað, at skerjingin verður sett upp á aftur.
Men tað verður í øllum førum so mikið, at økini kunnu virka soleiðis sum lanndsstýrið ætlaði tað, uttan at skula vera noydd at skerja virksemi av peningatrotið ávísar partar av árinum.
Hans Pauli Strøm sigur, at hann væntar, at tað verður gjørt soleiðis at broytingaruppskot verða sett fram, tá ið fíggjarlógin kemur til 3. viðgerð, so at sparingarnar verða settar uppá aftur.







'