Fyri smáar 40.000 krónur kunnu ferðafólk nú vitja ta lítlu oynna Hans Ø millum Grønland og Kanada Tann lítla, veðurbarda oyggin Hans Ø, sum er millum Norðurgrønland og Eysturkanada, og sum danskir og kanadiskir myndugleikar stríðast um, er nú vorðin ferðamál.
Tað er danska ferðaskrivstovan Albatros Travel, sum marknaðarførir eina ferð við skipinum M/S Ocean Nova. Í einum sølublaði skrivar ferðaskrivstovan millum annað, at farið verður úr Kangerlussuaq norður til Thule-leiðina tann 21. august, og eru líkindini til vildar, leggur skipið leiðina fram við Hans Ø.
Men tað kostar at fara eina tílíka ferð. Skalt tú úr Danmark, er kostnaðurin 32.990 krónur fyri 14 dagar, sigur KNR.