Hanus á 60 ára føðingardegi í Leikalund

Í hugnaligu hølunum í Leikalund í Klaksvík, sum klæða Hanusi og løgum hansara væl, var nakað av fólki komið saman at fagna Hanusi á 60 á degnum í morgun.

Sjálvur føðingardagurin var í gjár 18. juni og hildin í Norðurlandahúsinum ógvuliga sømiligt einum slíkum hámettum listamanni. Men nú hevði Hanus so lagt leiðina til Klaksvíkar ? heimstað sín. Hanus hugleiddi nógv um Hans Jacob Glerfoss, sum fløgan »Eitt blað eg á kann skiva« er givin út; honum til heiðurs.

Hann greiddi frá løtum saman við Hans Jacob Glerfoss og m. a. at hann á einum lítlum biltúri fekk eina yrking frá Hans Jacob Glerfoss, hann skrivaði eftir ferðini, sum Hanus í somu stund gjørdi lag til.

Hannsara fyrsta lag til yrking av Hans Jacob Glerfoss varð gjørt til yrkingina »Yrking um lívsins yrking« í 1979.

Hanus, sum eisini er væl kendur í Mikladali, hevði eisini gjørt lag til »Mylláin« hjá Hans Jacob Glerfoss, sum er føddur í Mykladali ? Mylláin er vakra áin, sum rennur gjøgnum bygdina og eisini til mylluna niðast í bygdini ? áin kann siga manga søguna, eisini um tey mognu, sum hava skoðað hana.

Eftir konseritna og hugnaløtuna í Leikalund beyð Hanus til kaffi og eina serliga lagkøku, sum var gjørd til Hanus. Hanus var í góðum hýri og kendi seg rættiliga heima og fekk eitt gott prát við tey mongum, sum vóru komin at ynskja Hanusi tillukku. Og løtan var, sum altíð góð, tá ið tú ert saman við Hanusi, ið er djúphugsin, góð og hugnalig - og framburður og løg hareftir.

21. august í ár - á Sjómannadegnum - verður ein størri konsert í Badmintonhøllini, Hanusi G. Johansen til heiðurs.