Hanus G í Klaksvík

Vikuskiftið í Klaksvík verður á tremur við góðum tónleiki, tá ið Hanus G. fer at í matstovuni Bjarnaberg.

 

Club700 boðar í dag frá, at vikuskiftið hevur nógv ymiskt at bjóða fyri klaksvíkingar.

 

Frá klokkan 20.00 - 22.00 fer Hanus G. at framføra í matstovuni Bjarnaberg í Klaksvík, og sigast má, at tað ikki er ofta, at møguleiki er fyri at hoyra Hanus G. live.

 

Seinni hetta kvøldið verður spurnakapping á skránni. Haraftrat fær Club700 vitjan at Paradise Hotel monnunum, Martin og Stolle. Paradise Hotel luttakarar og aðrar realitystjørnur úr Danmark vitja javnan í Føroyum, og aftur hetta vikuskiftið verður høvi at hitta onkran teirra.

 

Búgvi Hanusarson fer eisini at framføra tónleika í Club700 leygarkvøldið, og DJ K1 diskar.

 

Les meira á Facebook síðuni hjá Club700 her.

 

www.facebook.com/club700