Aldubáran og Karl Martin Samuelsen, Anna Maria Olsen og Hanus G. Johansen spæla konsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum sunnudagin 22. januar, kl. 19.00.
Norðurlendsk konsertferð
Konsertin hjá Aldubáruni í Føroyum er partur av einari norðurlendskari rundferð, ið Aldubáran hevði seinast í oktober í ár. Spælt varð í Oslo, Keypmannahavn og Århus. Nú enda tey so rundferðina í Føroyum við einari konsert í Norðurlandahúsinum.
Tvær konsertir
Konsertin er býtt upp í tveir partar, seinna part við Hanusi og fyrra part við løgum, ið Páll Sólstein hevði skrivað til yrkingar eftir Christian Matras, William Heinesen, Hans Andrias Djurhuus og Steintór Rasmussen. Í hesum parti av konsertini syngja Anna Maria Olsen og Karl Martin Samuelsen.
Sannførandi uppliving
Á konsertini á Norðuratlants Bryggjuni í oktober var talan um eina sera góða konsert, serliga í tí partinum har Hanus sang. T.d var framførslan av lagnum Timburmenn var so sannførandi, at upplivingin var vemmilig og lekkur í senn.
Tey bæði fyrstu løgini á konsertini vóru Marita og Saknur. Hesir báðir klassikararnir í føroyskum tónleiki umboða nakað av tí stuttligasta og tí vakrasta bæði hjá Poul F og hjá Hanusi. Í tí hami, ið Aldubáran gav løgunum gjørdust hesir eginleikar eitt sindur týðiligari. Marita var enn stuttligari við tí eitt sindur svaka klassiska tónleikinum undir, og Saknur var enn vakrari kýndur út úr teimum klassisku ljóðførunum. Konsertin var ein ferð í lagaskattinum hjá Føroya ivaleyst størsta vísusangara.
Framúrskarandi samstarv
Røddin hjá Hanus er ein tann mest gandakenda og bergtakandi føroyska sangrøddin. Í Aldubáruni hevur Hanus funnið ein bólk, ið megnar at liva upp til heiðurin at spæla við honum. Saman eru Hanus og Aldubáran framúrskarandi.
Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Havn og Runavík
Tónleikarar:
Hanus G Johansen.
Tónleikarar:
Sang: Karl M. Samuelsen, Anna Maria Olsen og Hanus G. Johansen
Klaver: Stamen Stanchev
Bass: Arnold Ludvig
Guitar: Ólavur Jakobsen
Horn/klaver: Páll Sólstein
Trombon: Andras Olsen
Trompet: Ólavur Olsen
Floyta: Andrea Heindriksdóttir
Fagot: Jógvan Zachariasen
Klarinet: Anna Klett
Violin: Angelika Nielsen