Síðani ársskiftið hava Hanus Sørensen og liðfelagarnir á slovenska liðnum, NK Triglav spælt tríggjar venjingardystir.
Fyrsti dysturin móti eysturríkska liðnum, Tirol Innsbruck endaði við javnleiki 1-1 (0-0). Annar dysturin var ímóti einum øðrum eysturríkskum liði, Klagenfurt. Tann dystin vann Triglav 4-0 (2-0).
Ígjár vann Triglav enn ein stórsigur, hesaferð móti slovenska liðnum, Brezice. Triglav vann heili 6-0.
Sunnudagin spælir Triglav venjingardyst móti ukrainska liðnum, Rukh Lviv.
Kappingin í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini verður tikin uppaftur 1. mars.











