Hanus og liðfelagarnir vunnu triðja dystin á rað

NK Triglav er fjórðfremst í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini

 

Hanus Sørensen var aftur við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, NK Triglav vann triðja sigurin á rað í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.

 

Í dag vann Triglav 2-0 á útivølli á NK Krka. Toni Vinogradac legði Triglav á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Marko Brkić til 2-0.

 

Triglav er fjórðfremst í deildini við 45 stigum. Nafta er fremst við 53 stigum og Grosuplje hevur 52 stig. Tey bæði liðini hava tó spælt ein dyst færri enn Triglav.

 

Leygardagin 11. apríl hevur Triglav dyst á heimavølli móti Dravinja.