Vísusangarin Hanus G. Johansen vitjar í sendingini Summartíð á Rás2 mikumorgunin. Prátað verður við Hanus, og hann syngur eisini tveir sangir fyri lurtarunum Hanus G. Johansen er í hesum døgum fløguaktuellur við endurútgávuni av tiltikna verkinum Gaman og Álvara. Á útgávuni eru sangir, har Hanus hevur sett løg til yrkingar hjá Pól F. Joensen.
Mikumorgunin vitjar Hanus í sendingini Summartíð á Rás2, har hann eisini fer at spæla tveir sangir fyri lurtarunum.
Tosað verður við Hanus um at skriva løg til yrkingar hjá Pól F, og spurt verður, um hann nakrantíð hitti Pól F., og um hann kundi hugsað sær at gjørt eina nýggja útgávu við yrkingum hjá Pól F. Eisini verður tosað um gamlar dagar, tá ið Hanus spældi fyri fólki á gøtuni, og um nýggjar tíðir við tøkni og myspace.