Harðir samanbrestir í Hamburg

Í týska býnum Hamburg hava 38 løgreglufólk fingið skaða undir hørðum samanbrestum millum nýnazistar og vinstrasinnað mótmælisfólk. Løgreglan sigur, at umleið 3.500 vinstrasinnað mótmælisfólk royndu at steðga umleið 700 sokallaðum skinheads, sum gingu skrúðgongu. Tað endaði við bardaga, og næstan 100 fólk vórðu tikin.

Mótmælisfólkini royndu at steðga nýnazistunum við vegabyrgingum, sum eldur varð settur á, men tað eydnaðist einum mannsterkum løgregluliði at sløkkja eldin.

Sambært týsku fjølmiðlunum vóru samanbrestirnir í býarpartinum Wanbek.

Eina aðrastaðni í býnum vóru umleið 10.000 fólk komin saman at mótmæla nýnnazistunum.