Her er full semja. At taka fulla avleiðingina tekur sína tíð fyri ein part av fólkinum, men nú er rákið av álvara farið at venda og aftur vendist ikki, tað má hesin parturin av fólkinum royna at skilja, hóast Nietzsche segði: »Bert tey fæstu okkara hav dirvi til tað, vit veruliga vita«.
Jú men, nú er bankakreppan av, vil onkur siga. Peningaliga er gjørt upp polittiskt, men læran og royndirnar liggja eftir, tær hvørki sigla ella rógva vit undan.
Hvar var trygdin í ríkisfelagskapinum tá.
Og ikki minst hatursherferðin í fjølmiðlunum, og hon heldur ikki uppat, nú er alt snarað 1800 aftur. Hvat høvdu danir sagt um teir vóru viðfarnir soleiðis av Týsklandi.
Eitt er víst, at vóru grønlendingar viðfarnir sum vit, høvdu teir langt síðan stevnt dønum fyri rasismu.
Eitt er bankakreppa, nakað heilt annað er, at múrarnir raplaðu í Berlin og kalda kríggið tiðnaði burtur sum kavi um várið. Vit mugu skilja, at Mjørkadalur var ein í altjóða týdningi sera virðismikil støð. Hon hevur enn týdning, men sjálvsagt ikki í sama mun, og eg havi borið tað fram fyrr, at vóru ikki berlinmúrarnir raplaðir var eingin kreppa í Føroyum.
Hetta hevur týdning fyri sambandi Danmørk-Føroyar í krónum og oyrum.
Nú hoyrdu vit at danska sjóverjan skuldi spara ein tyrluskipara, teir søgdu seg mangla skiparar og teir, sum vóru til taks, máttu brúkast í Grønlandi. »Trúgvi tí, ið trúgva vil«, men tað ljóðar. Havi altíð hildið tað vera hættisligt at dúva upp á donsku sjóverjuna og tess tyrlu, tí teirra ørindir eru ikki okkara, loypir tíð av so sjálvandi. Og nú standa vit púra ófyrireikaðir har.
Hesi tíðindini vóru ikki sodna, tá letur Hans Engell frætta frá sær, konservativur fólkatingslimur og fyrrv. í so mongum. Tað hann sigur eru stór tíðindir. Danska verjan skal spara 100 mill. kr.
Hetta er aldrin hent áður, at ein konservativur fólkatingsmaður vil skerja verjuna.
Niðurlagið hjá teimum hevur altíð verið, at verjan var við skerdan lut.
Men hesin niðurskurður skuldi ikki vera í Danmark, men Grønlandi og Føroyum.
Mjørkadalur hevur enn týdning, men virði er minkað munandi, harvið eisini fjalda gjaldsvirði mótvegis Føroyum.
Men nú verður vónandi skjótt gjørt upp millum Danmørk-Føroyar, og tá má alt mjørkadalsmálið fram í fult dagslýsi.
Ískoyti:
Í blaðnum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjuni NØD fyri august í ár eitur høvuðsgreinin: »Eitt afrikanskt land við sjálvsáliti«, her stendur, at Eritrea hevur biðið Heimsfelagsskapin av Lutherskum Kirkjum um at reisa heim. Teir vilja líta á egna megi og mátt, siga teir.
Landið er 2,8 ferðir so stórt sum Danmark við 3,6 milliónum mennsikjum.
Aftaná 30 ára frælsisbardaga móti Etiopia, eru teir nú eitt frælst land, men á listanum fyri heimsins fátakstu lond er tað nr. 5.
Steinbjørn B. Jacobsen
8.9.98