Harðir bardagar millum Hamas og ísraelska herin halda fram

Eitt samdøgur eftir, at Hamas leyp á, eru hermenn hjá Hames framvegis í írsaelskum øki

 

Ísraelskir hermenn uttan fyri eina løgreglustøði í syðra parti av Ísrael, har tað í gjár vóru bardagar millum hermenn hjá Hamas og ísraelska herin. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Hernaðarligi palestinski bólkurin Hamas upplýsir í morgun, at tess hermenn framvegis eru inni í Ísrael, har hermenninir eru í »ógvusligum bardøgum«.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters, sum vísir til eini boð frá Hamas.

Eisini ísraelski herurin sigur í morgun sambært BBC frá bardøgum millum ísraelska herin og Hamas í Ísrael.

Bardagar eru í átta økjum í syðra parti av landinum.

Sambært norsku tíðindastovuni NTB upplýsir Hamas, at bardagar eru í ísraelsku býunum Ofkim, Sderot, Yad Mordechai, Kfar Azza, Beéri, Tatid og Kissufim.

Upplýsingarnar um ítøkiligu støðini eru tó ikki váttaðir av Ísrael.

Hamas leyp á Ísrael í gjáramorgunin, tá rørslan sambært Hamas sjálvum sendi 5.000 rakettir móti Ísrael í stutta tíð. Ísraelski herurin segði, at tað vóru einar 2.000 rakettir. Eitt ógvusligt tal kortini.

Í morgun er tað sambært ísraelska miðlinum Times og Israel skrásett upp ímóti 300, sum eru deyð í Ísrael.

Næstan 1.600 eru særd. Millum tey eru bæði sivil, hermenn og løgreglufólk.

Ísraelski herurin hevur almannakunngjørt ein lista yvir fyribils 26 deyð ísraelsk herfólk. Listin sæst millum annað í Times of Israel.

Á listanum eru bæði kvinnur og menn í aldrinum 18 til 42 ár. Tey flestu av teimum deyðu eru ung í 20'unum.

Samstundis upplýsir ísraelska løgreglan í morgun, at 30 løgreglufólk eru deyð í bardøgum við Hamas, skrivar ísraelski miðilin Haaretz.

Sambært palestinska heilsumálaráðnum eru 256 palestinar deyðir í loftálopum móti Gaza seinastu 24 tímarnar.

Harumframt eru skrásett 1788 særir palestinar í morgun.

Ísrael hevur vanliga strangt eftirlit á markinum millum Ísrael og Gaza, men í sambandi við álopið hjá Hamas í gjár brutu hermenn frá Hamas sær veg gjøgnum marknasstikið og streymaðu inn í Ísrael.

/ritzau/

 

 

Ísraelskir hermenn uttan fyri eina løgreglustøði í syðra parti av Ísrael, har tað í gjár vóru bardagar millum hermenn hjá Hamas og ísraelska herin. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix