TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr og síggj hvat Manchester United legendan, Paul Scholes hevði at siga við BT Sports, aftaná tann drápiliga, keðiliga dystin millum Manchester United og Sheffield United í FA Cup kappingini, sum var á Old Trafford ígjár. Ein dystur Manchester United vann uppá eitt brotsspark, sum kom í yvirtíðini.
Paul Scholes sigur, at hann er í tárum um tann keðiliga spælistílin hjá høvuðsvenjaranum, Louis van Gaal, og hann heldur, at van Gaal kann ikki annað enn eisini keða seg, aftaná ein so keðiligan dyst. Scholes heldur, at tað fer at taka spælarunum hjá United fleiri dagar at koma fyri seg, aftaná eitt so vánaligt avrik. Scholes heldur eisini, at van Gaal flytur alt ov nógv runt uppá posisjónirnar hjá spælarunum.
Tað er rásin BeanymanSports, sum hevur lagt innslagið út á YouTube.