Í døgnum frá 13. til 16. september verður afturvendandi Country- og Harmonikutúrurin hjá Smyril Line aftur á skránni.
Tey, sum fara at undirhalda við góðum undirhaldi og tónleiki verða: Hallur Joensen, Magni Christiansen, Sigrið Rasmussen, Alex Bærentsen, Elis Poulsen, Rasmus Magnussen og Norrøna Dansiband. Teir, sum manna Norrøna Dansiband eru: Sakaris Hansen (harmonika), Hans Pauli Larsen (harmonika), Árni Joensen (bass), Erling Berg (guitar og sang), Ólavur Magnussen (trummur) og Osmund Johannesen (sang).