Framførsla
Í tíðindaskriv verður sagt, at talan er um eina simultan improviserandi konsert, har ymskir hættir tónleikarliga at úttrykkja seg og at samstarva við føstum strukturum - sum serliga krevur hetta nógv av teimum, sum eru á pallinum saman.
Í hesum háttinum at upptraðka eru elementir sum steinur, pappír, polyesturvev, segldúkur, vatn, eld og luft.
Bólkurin hevur upptraðkað við líknandi konserttiltaki í Riga og í Liepaja í Lettlandi við stuðli frá Danska Mentanarstovninum í Lettlandi og Nordisk Minsterråd.
I Tallin í Estlandi fekk tiltakið Harmoniska portrið stuðul frá Danska Mentanarstovninum.
I Keypmannahavn var Harmoniska Portrið hildið i sambandi við Vesterbro Mentanarhús og mentanarfestivaldøgunum við Øksnehøllina, stuðlað av m.a. Keypmannahavnar Kommunu.
Við í tiltakinum eru Aviaja Lunholt úr Grønlandi, sum syngur á donskum og dansar. Kristian Blak er bæði tónasmiður og pianistur. Og hartil eru so eisini tveir danir við. Morten Carlsen er video-DJ, blæsur í ljóðføri og er annars improviseraður tónasmiður, meðan Ander Hjuer stendur fyri kaligrafi, myndlist og installatión.
Framførslan byrjar klokkan 19.30.