Harumenn hittast

15. januar verður skipað fyri stórari veitslu fyri harumonnum og áhugaðum, á Hotel Norð á Viðareiði. Umframt døgurða verða eisini fyrilestrar, ymiskt undirhald og dansur á skránni

Viðareiði:
Tað hevur verið siðvenja, at Hotel Norð hevur skipað fyri haruveitslu, har harumenn kunnu savnast og tosa um farna árið, og hvussu harutíðin royndist.
Nakrir av hagapørtunum hava gjørt nógv burturúr, og onkur av hagapørtunum hevur á korti ført inn, hvar í haganum harurnar eru fingnar, ímeðan aðrir hava gjørt nógv burturúr at viga harurnar og eisini staðfest kynið.
Árið í ár hevur eftir tí, sum vit hava frætt, verið rættuliga gott í norðoyggjum, meðan aðrastaðni hava vit frætt um, at árið hevur roynst lakari.
Á haruveitsluni á Hotel Norð í ár verður Dorethe Bloch við, har hon fer at greiða frá sínum kanningum av føroysku haruni, og eisini verður onkur byrsukønur við at greiða frá um skotvápnið, og hvussu farast skal um vápnið. Eisini verður framsýning av byrsum og útgerð til haruskjóting.
Skráin fyri kvøldið
Byrjað verður kl. 19.00, har menn møtast og seinni verður farið til borðs, har borðreitt verður við trimum rættum: Forrætti, høvuðsrætti og omaná verður dessert og kaffi.
Umframt fyrilestur og frágreiðing verður undirhald við klæðum og undirklæðum, felagssangur og annað. Aftaná verður dansur, har konufólk hava ókeypis atgongd.
Í fjørð vóru harumenn úr øllum landinum á Viðareiði til haruveitsluna og roknað verður eisini við í ár at síggja hópin av harumonnum aðrastaðni frá, tí forkunnugt er at frætta um haruskjótingina aðrastaðni.
Tilmelding á telefon 217020 í seinasta lagið 12. januar. Ring og hoyr nærri um møguleikar at gista á hotellinum.