Hetta er ein søga um ein mann, sum í nógv ár hevur verið misbrúkari.
Hesi viðmerking kom ákærin Linda M. Hesselberg við móti endanum á langa rættarfundinum fríggjadagin, tá ið málið um hassjplantasjuna var fyri.
Fyri góðum mánaði síðan varð ein 44 ára gamal maður handtikin og skuldsettur fyri brot á lóggávuna um rúsevni, eftir at politiið hevði lagt hald á 169 hassjplantur í húsunum, maðurin meira ella minni búði í. Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan.
Men tá ið rættarfundurin byrjaði fríggjamorgunin sat kvinnan, sum hann eigur eitt lítið barn saman við, undir liðini á honum. Hon var ákærd sum samsek.
Eru góð
Tey bæði hava ikki sæst henda mánaðin, tí hon slapp ikki inn at vitja mannin í varðhaldinum.
Tey duldu ikki fyri rættinum, hvussu fegin tey vóru um at síggjast aftur. Sótu og hildu um hvørt annað allan dagin, kystust og klemmaðust.
Nógv stóð á kvinnuni á rættarfundinum, hon græt sum var hon stungin, og hann royndi at ugga.
Eftir at ákæruritini vórðu lisin upp, var kvinnan fyrst avhoyrd, tí hon kendi ikki hansara frágreiðing.
Hon noktaði seg seka og segði seg als ikki hava vitað, at maðurin hevði hassjplantur í tveimum rúmum og á loftinum í húsunum, sum hon leigaði við Norðskála.
Hann játtaði seg sekan í øllum, men hann vildi vera við, at hann dyrkaði hassjið bara til egið brúk. Ikki við sølu fyri eygað.
Visti hann var misnýtari
Kvinnan greiddi frá, at hon var komin at kenna mannin í desember 2006. Hon sá beinanvegin, at hann var misnýtari, drakk illa, og at hann roykti hassj. Hon sá hann skeivan. Sjálv hevði hon ongantíð roynt hassj.
Eitt skifti bíðu hon hjá manninum á Eiði, men so leigaði hon hús við Norðskála, so ein eldri sonur kundi fáa íbúð hennara í Havn.
Hon hevði hugsað at við at flyta til Norðskála, kundi hon fáa mannin úr misnýtaraumhvørvinum. Hetta var í januar í ár.
Ein dag hevði hann spurt, um hann ikki kundi fáa eitt rúm burturav til sín sjálv, tí hann fekst við at skrúva ymist.
Mær dámdi tað einki, men eg játtaði, tí eg var so góð við hann, segði kvinnan.
Visti einki
Hon mátti ikki fara inn í hetta rúmið, fekk hon at vita.
Hon varð spurd, hvat hon hevði at siga til, at politiið hevði funnið hassjplantur, sum hingu til turkingar í garderobuni, svaraði hon, at har var hon so sjáldan.
Í summar hevði maðurin tikið myndir av hassjplantunum. Hvør hevði tikið myndirnar av manninum og felags soni teirra, visti hon ikki.
Kvinnan visti ikki, hvussu maðurin frammaundan hesum hevði útvegað sær rúsevni. Hon hevði verið óð og vildi bara hava hann at leggja av. Jú, hon hevði sæð hann roykt, men bara eftir at børnini vóru farin í song.
Hon hevði einki sæð til, at hann hevði selt plantur, segði hon.
Kvinnuni dámdi einki fólkini, sum maðurin kom saman við, og hon vildi ikki hava tey inn um gáttina. Úrslitið av tí var, at maðurin var ógvuliga isoleraður við Norðskála. Sat bara inni og roykti, og hann roykti illa.
Ein av kenningunum hjá manninum helt tó fram við at vitja, hóast hann var óynsktur. Hann var ein plága hjá teimum.
Nevnast kann her, at hesin maðurin fyrst í seinastu viku varð dømdur fyri at hava keypt hassj frá manninum við Norðskála. Hesin hevði greitt frá, at hann hevði sæð hassjplantur inni í húsunum.
Fekk hann at gevast at drekka
Kvinnan segði í rættinum, at hon áður hevði sett manninum ta treyt, at hann skuldi leggja av at drekka. Tað hevði hann gjørt. Hvør dómurin enn fór at verða, tók hon fegin ímóti manninum aftur, men treytin var, at hann gavst við at roykja hassj.
Ongantíð skal slíkt inn í mítt hús aftur, og mítt ynski er, at hann gerast clean. Eg vil liva fyri míni børn, sum skulu vaksa upp í einum tryggum heimi, segði kvinnan.
Hon var tráðspurd um, hvussu tað bar til, at hon ikki varnaðist allar urtapottarnar, alla moldina og lampurnar, sum maðurin hevði. Og luktaði.
Eg vildi ikki vita, hvat hann fekst við, svaraði kvinnan, sum legði aftrat, at hon bæði var kedd og illa við av hesum.
Hon hevði havt iullgruna um, at hann hevði nakrar plantur, men ikki hevði hon ímyndað sær, at planturnar vóru so nógvar.
Økt misnýtsla
Kvinnan segði, at misnýtslan hjá manninum var vaksin nógv, meðan tey búðu við Norðskála. Hann fekk heilivág, men hon var greið yvir, at hann ikki var sjúkur. Hann var einki uttan rúsevnismisnýtari. Hann var so illa fyri, at hon væntaði, at maðurin var deyður, var politiið ikki komið eftir honum.
Maðurin viðgekk, at hann hevði selt eitt sindur, men hann legði ikki í at selja, tí so fóru fleiri fólk at koma rennandi, og tað vildi hann ikki hava. Hann vildi bara dyrka til sín sjálvs. Plantasjan hevði hjálpt honum at koma úr drekkarínum.
Tann ákærdi maðurin greddi frá, at hann hevði keypt bæði fræ og lampur á netinum. Moldina hevði hann keypt ymsa staðni, fyri tað mesta í handlum í Havn.
Maðurin hevði yvir fyri politinum brúkt vendingina, at hon valdi at venda blinda eygað til. At hon ikki vildi vita.
Tað svaraði hann einki til í rættinum, men hann segði:
Bara hann
Eg hevði ongantíð ímyndað mær, at hon fór at verða drigin upp í hetta. Tí tað var bara eg. Hon var nøgd, bara eg var heima.
Maðurin segði seg væl vita, men hann billaði sær inn, at hassjið fór at hjálpa honum. Innast inni væntaði hann kortini ein dag at verða avdúkaður.
Hann byrjaði við hassjplantum tíðliga í vár og náddi at heysta eina ferð, áðrenn hann varð steðgaður. Hann hevði roykt so nógv, at hann var komin upp á 10 gramm um dagin.
Politistarnir, sum ein dag fyri góðum mánaði síðan, vórðu farnir til Norðskála at forvitnast, hvat maðurin gjørdi, sóu beinanvegin, at maðurin hevði eitt vevtól standandi uttan fyri húsini, soleiðis at hann í sjónvarpinum kundi síggja, hvør kom á dyrnar.
Eitt spøkisli
Annar politisturin fór tí oman í kjallaran og kvetti streymin.
Hin bankaði á dyrnar. Tað gekk long tíð, áðrenn maðurin læt dyrnar upp. Hann var rættiliga ávirkaður og líktist einum spøkilsi, segði annar politisturin.
Maðurin royndi at forða teimum at sleppa inn, men politistarnir vóru sterkari.
Tá ið teir komu inn, møtti teimum ein ramur roykur av hassjplantum. Alla møguliga staðni funnu teir plantur.
Kvinnan var stødd í stovuni við einum barni, tá ið politistarnir komu inn.
Sambært øðrum politistinum var kvinnan fjálturstungin, og hann royndi at sissa hana. Hon hevði sagt, at hon einki kendi til hetta, og at hon hevði vitað, at tað fór at ganga galið.
Illa fyri
Maðurin varð handtikin og fluttur til Havnar at verða avhoyrdur. Seinni fekk hann tað verri, og neyðugt var at fara á Landssjúkrahúsið við manninum, sum hevði sterkar abstinensir.
Tann ákærdi maðurin segði í rættinum, at hann ynskti at vera rúsfríur. Hon hevði sett honum stólin fyri hurðina um at gevast við at roykja hassj, og tað ætlaði hann, tí hann var góður við kvinnuna og hevði heldur onga aðra familju. Hann var til reiðar at fara í viðgerð.
Nógv ilt hevði hann upplivað í sínum barndómi, og hann varð blivin misnýtari av bæði rúsdrekka og hassj longu sum 12 ára gamal.
Hann átti trý børn frammanundan, hann fyri hálvum øðrum ári síðan fekk ein son við kvinnuni, hann nú heldur saman við.
Ákærda kvinnan segði um seg sjálva, at hon hevði verið gift í 14 ár við einum manni, sum hon fekk fýra børn við.
Tá broyttist lív hennara fullkomiliga.
Hon møtti einum manni, sum hon fekk barn við, og hann stakk av við barninum.
Seinni møtti hon einum øðrum manni, sum hon aftur fekk barn við.
Tá ið hon so skuldi hava yngsta barnið, vendi hon sær sjálv til barnaverndina um at fáa eina pleygufamilju, ið kundi avlasta hana.
Eg kendi meg so makarleysa og helt ikki, at eg kundi geva barninum nóg mikið. Tá ið eg var í hjúnarlagnum, gekk alt vanligt. Eg fungeraði og arbeiddi eisini nógv. Men so vendi alt. Eg havi ikki arbeitt, tí mítt sjálvsálit var ikki nóg stórt til, at eg helt, nakar vildi hava meg í arbeiði, segði kvinnan, sum nú kendi seg nóg sterka til at fara at leita eftir arbeiði, og hon droymdi um eitt vanligt heiðurligt lív.
Børnini fremst
Míni børn skulu ikki útsetast fyri meira.
Ákærin kravdi mannin fongslaðan í minst eitt ár, og at kvinnan fekk ein treytaðan dóm, sjálvt um ákærin var sannførd um, at kvinnan visti, hvat maður hennara fekst við.
Hon hevur kent seg fangaða. Hon má hava vitað, men hon tók ikki stigið at fáa planturnar út. Tí er hon samsek, segði ákærin.
Nevnast skal, at maðurin var ikki bara skuldsettur fyri at hava havt hassjplantasju. Eina ferð varð hann tikin við hassji, tá ið hann kom heim úr Danmark. Hann hevur fyri langari tíð síðan mist koyrikortið fyri allar ævir, men kortini er hann tikin fyri at hava koyrt bil og samstundis verið ávirkaður. Hann var somuleiðis ákærdur fyri at hava svikað við eini telefon, hann hevði bílagt í navninum hjá einum øðrum manni.
Kravið hjá ákæranum móti kvinnuni var fongsulsrevsing uttan revisáseting við tvey ára royndartíð. Kravið var so lint, tí børn vóru uppií.
Verjin vildi hava kvinnuna frídømda, og 2 - 3 mánaðir máttu verið nóg mikið sum revsing til mannin. Ein partur av dóminum kundi verið treytaður, helt verjin.
Mátti aftur í varðhaldið
Maðurin varð dømdur til átta mánaða fongsulsrevsing, ikki at koyra bil aftur í lívinum, at gjalda endurgjald fyri telefonina og at gjalda sakarmálsútreiðslurnar.
Kvinnan slapp við ongari revsiáseting við royndartíð í eitt ár. Hon skal eisini vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini í royndartíðini.
Dómarin viðmerkti, at hann helt tað vera prógvað, at maðurin hevði dyrkað hassj í eitt hálvt ár og hevði heystað eina ferð fyrr, men hann helt tað kundi vera mest til egna nýtslu.
Hann trúði einki uppá, at kvinnan einki hevði vitað.
Bæði tvey tóku við dóminum beinanvegin, men ákærin hevur 14 dagar at umhugsa, um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin.
Tá kom ákærin við einum kravi, sum hvørki hóvaði teimum dømdu ella verja teirra:
Hon kravdi, at maðurin framhaldandi skal sita varðhaldsfongslaður. Grundgevingin var, at maðurin hevur verið so langt úti í misnýtslu, at vandi er fyri, at hann dettur út í aftur, sleppur hann út nú.
Verjin mótmælti harðliga, tí hann helt ikki grundarlag vera fyri framhaldandi varðhaldsfongsling. Maðurin hevði sitið varðhaldsfongslaður í ein mánað, og tað helt hann vera nóg mikið. Haraftrat helt hann, at maðurin hevði brúk fyri at summa seg eitt sindiur, til hann skal sita restina av dóminum.
Tá so dómarin gav verjanum viðhald og vildi leyslata mannin, kærdi ákærin ta avgerðina og kravdi, at maðurin situr, til landsrætturin hevur talað.
Soleiðis endaði málið fríggjadagin. Maðurin noyddist aftur í varðhaldið.
Tann dømdi maðurin segði seg hava brúk fyri at sleppa út í eina ella tvær vikur, tí hesin seinasti mánaðurin hevði verið so harður. Hann vildi sleppa heim at fyrireika seg til at skula sita. Hann helt seg skylda kvinnuni at koma heim, tí ongantíð áður hevði hann møtt nakrari kvinnu, sum hevði stuðlað seg so væl.
Meðan hann hetta segði, sat kvinnan í sjóðheitum gráti.