Hastverk er lastverk

Oddagrein

 

Tað eru meira tvær vikur síðani ræðuligu atsóknirnar móti ósekum menniskjum í USA og enn hevur USA saman við tess sameindu ikki fyritikið sær annað enn at kanna málið til botns. Roynt verður at finna tey seku. Hetta er eingin løtt uppgáva, men stórur partur av heiminum stuðlar USA í hesum so neyðuga arbeiði. Spurningurin er bara, hvussu nógv prógv eru funnin í málinum. Hóast úttalilsi um kríggj og revsing, so tykist leiðlsan í USA at hava livað upp til skilagóða orðatakið, ?at hastverk er lastverk?. Hóast tað stendur nógv á amerikanska forsetanum og næstu monnum hansara alt fyri eitt at fremja atsóknir móti teimum, sum hava staðið aftan fyri atsóknunum í New York og Washington, so tykjast hesi at hava tacklað málið skilagott. Tað sýnist sum linjan hjá heldur hóvliga uttanríkisráðharranum í hvussu er fyribils hevur vunnið á heldur avgjørdu og víðgongdu linjuni hjá verjumálaráðharranum. Og tað fegnast vit um. Ikki tí ? USA hevur sín fulla rætt til og eigur at finna tey seku aftan fyri meira enn 6000 morð umframt ta altumfatandi oyðilegging hesi hava framt. Higartil hevur øll orka verður løgd í kanningar og diplomati, men samtíðis er greitt, at USA ger klárt til kríggj móti yvirgangsmonnum og teimum stjórnum, ið stuðla slíkar.


Tað skal vera vón okkara, at USA ikki leypir framav. At henda heimsins mest múgvandi tjóð brúkar alla sína orku til at leita fram prógv, ið veruliga sýna, hvørji yvirgangsfólkini eru og hvør stuðlar teimum. Tess fleiri prógv, tess størri stuðul vil USA fáa frá altjóða samfelagnum, tá tað fer eftir teimum seku.


Tað ber altíð til í slíkari støðu sum hesari at finna ella finna uppá orsøkir til, at yvirgangsmenn fremja slíkt. T.d. tann at hevði USA rikið annan politikk mótvegis muslimsku londunum heldur enn at halda lív í korruptum stjórnum, so hevði verðin sæð øðrvísi út. Tað er greitt, at hetta eru sjónarmið, ið eiga at takast við í tað orðaskifti, sum kemur í kjalarvørrinum á terroratsóknunum. Men lat tað tó vera púra greitt, at mistøk, sum USA ger í tess politikki í t.d. Miðeystri legitimera ikki slíkan yvirgang. Tí má og skal hann køvast. Einki kann rættvísgera slíkan yvirgang. Men nú hann er hendur er sjálvandi rætt og neyðugt at seta fokus á nettupp fleiri av teimum spurningum, sum ikki minst hóvligu muslimarnir royna at gera vesturheimin varugan við. Vilja vit ikki brúka meira tíð og orku til at skilja støðuna hjá vanliga fólkinum í muslimskum londum, eitt nú palestinum, so elvir tað bara til, at tey víðgongdu, tey fanatisku, ja religiøsir fundamentalistar vinna fram.


Latið okkum stuðla USA í hesum døgum við m.a. virkin at luttaka í einum breiðum og mennandi dialogi, hvussu vit í felag gera henda heim betri at liva í hjá øllum fólkum uttan mun til religión, húðalit oa. Heldur enn at fara í kríggj eigur Vesturheimurin at fremja semjusøkjandi politikk mótvegis hóvligum og demokratiskum kreftum kring heimin, her ikki minst í muslimska heiminum.