Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bar eisini fram eina heilsan.
"Góðu bjargingarfólk!
Góða Rescue LÍV-manning!
Góðu tit øll!
So upprann umsíðir dagurin, at vit kunnu fegnast um, at Rescue LÍV er komin heimaftur. Eftir drúgva umvæling og uppstiging, er hetta helst mest framkomni bjargingarbátur í landinum. Við nýggjum motorum og fleiri øðrum batum, er trygdin vorðin enn størri. Motorarnir eru yvir túsund hestar hvør, so báturin klárar eina ferð oman fyri 30 knob. Oman á tað heila, hevur Rescue LÍV nú eina sleipimegi upp á 10 tons. Yvirhøvur er so nógv skift út og bøtt um, so bjargingarbáturin nú er sum nýggjur. Hóast tað hevur tikið sína tíð at fáa alt gjørt umborð, hevur tað verið tað vert.
Sum eg skilji tað, er Rescue LÍV nú so framkomin, at tørvurin er nøktaður 15-20 ár fram. Tí verður hann álitið í sambandi við bjarging á sjónum í kommununi, sum hann hevur verið tað. Somuleiðis er hann – enn sum áður – sama trygd fyri sjúkraflutningi úr Nólsoy og Hesti. Øllum hesum, umframt øðrum uppgávum, kann Rescue LÍV enn betur taka sær av nú. Ikki minst hevur hann við framkomna FLIR-myndatólinum fingið nýggj ‟eygu”, kunnu vit siga. Nú ber enn betri til at síggja fólk, sum liggja á sjónum – enntá í myrkri.
Um tvey ár kann Havnar Bjargingarfelag hátíðarhalda sína fyrstu hálvu øld. Upprunin til felagið liggur aftur í januar 1957, tá íslendski trolarin ‟Góðanes” sakk við Flesjarnar. Øll manningin bjargaðist uttan skiparin, og hendingin sett gongd á bjarging í Føroyum. Øll dugdu tá at síggja, hvussu illa tað í veruleikanum stóð til við bjargingarútgerð her á landi.
Samband fekst við íslendska bjargingarfelagið Landsbjörg, sum ikki lá á boðunum. Íslendingar komu til Føroya at skipa fyri bjargingarroyndum og vístu eisini film um bjarging. Burtur úr hesum spurdust fleiri bjargingarfeløg, og Havnar Bjargingarfelag var eitt teirra.Vit í Tórshavnar kommunu kunnu ikki virðismeta tykkara arbeiðið ov høgt. Tað hevur eisini verið okkum ein gleði at hava verið partur av tykkara fíggjarliga baklandi.
Tá vit hyggja okkum um her í Vágsbotni, síggja vit bátar í hópatali. Hetta er sjálv ímyndin av føroyinginum og sambandinum við sjógvin og havið. Samstundis vita vit øll, at trygdin hevur alt at siga, og tí er kommunan eisini ein viðspælari. Vit fegnast um, at vit við Rescue LÍV eru enn betur fyri at taka tær avbjóðingar, ið kunnu koma. Og framhaldandi eiga vit at arbeiða fyri, at vit á hesum øki ongantíð aftur verða eftirbátar.
Havnar Bjargingarfelag er eisini so nógv annað, men altíð við trygd og bjarging í hásæti. Tit hava eisini annan útbúnað, so sum dronur, dronubil, útgerð til fjallabjarging og annað. Vit hava øll størstu virðing fyri tykkara innsatsi, ið snýr seg um at bjarga mannalívum.Tað sama er galdandi fyri øll hini bjargingarfeløgini, sum eru umboðað her í dag. Tí er tað við størsta takksemi, at vit vilja hjálpa og stuðla tykkum í hesum arbeiðinum. Alt verður gjørt sjálvboðið og í frítíðini, og tað skulu tit øll eiga eina hjartans tøkk fyri.
At enda vil eg vegna Tórshavnar kommunu bera tykkum bestu ynski fyri framtíðina. Ynskistøðan vildi verið, at tað ongantíð vóru boð eftir Rescue LÍV, men soleiðis er tað bara ikki. Júst tí eru vit fegin um, at leggja nógv fyri at geva bestu hjálpina, tá ið mest er brúk fyri henni.
Bestu eydnu við Rescue LÍV og øllum tykkara virksemi – og takk fyri alt tað, tit gera!
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##