Í sambandi við at Kristnastova herfyri kundi markera 40 ára virksemi, er ætlanin at hava ein reunionsamkomu í Ebenezer í kvøld klokkan 19.30.
Fyrireikararnir vóna, at nógvir fyrrverandi útisetar at vera við til hesa samkomu, har hugleitt verður um ymisku tíðarkeiðini, ið farin eru, gamlar myndir verða vístar og sangir sungnir, ið hava sermerkt Kristnastovu hesi mongu ár.
Samkoman verður hildin eitt fríggjakvøld – tí tað er kvøldið, sum í øll árini hevur savnað ungar føroyingar saman til andaligan felagsskap á Amager – fyrru árini á Oxford Allé og seinnu árini á Birmavej 36. So fyrireikararnir vóna hetta kann gerast eitt rættiliga forvitnisligt kvøld.
Morgunsendingin hjá Rás2 prátaði við Øssur Berghamar, sum hevur verið ímyndin av Kristnastovu hesi 40 árini. Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna við Øssur Berghamar.