Hátíðarhalda Jógvan Skorheim við grilling

Fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, hevur rundan føðingardag í morgin, og tað verður hátíðarhildið uttan fyri Norðlýsið við grill

– Jógvan Skorheim 40 ár - Øll vælkomin til grillað lamb.

 

Soleiðis skrivar klaksvíksblaðið Norðlýsið. 

 

Føðingardagsbarnið Jógvan Skorheim hevur, hóast lutvíst unga aldurin, sitið sum borgarstjóri í Klaksvík í átta ár og fyri ta tíð fýra ár sum varaborgarstjóri. Hann hevur harumframt verið løgtingsmaður og formaður í Sjálvstýri.

 

Í Norðlýsinum stendur, at í sambandi við føðingardagin verður bjóðað til grillað lamb uttan fyri Norðlýsið og Samráð á Klaksvíksvegi 28 í morgin frá kl. 12.00.

 

– Eg havi hugt eftir veðrinum, og tað sær út til at gerast turt og hampiliga gott um middagleitið í morgin. Eg havi eisini tosað við grillmeistarin Árna Müller, sum er til dystin fús at grilla lamb við tilhoyri, sigur Jógvan Skorheim við Norðlýsi.

 

– Hetta er kanska eitt fínt høvi hjá teimum sum hava ein matarsteðg frá arbeiðsplássinum at støkka framvið til ein betri bita.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin sigur Jógvan Skorheim.