Hatta eru sjálvfylgjur, Ben!

Tá eg tosi um, at vit ikki skulu hava dupultumsiting av málsøkjum og vísi á ítøkilig dømir um óneyðuga bureaukratisering í okkara umsiting, so er ein vanlig reaktión frá fólki, at hatta eru sjálvfylgjur, sum eg komi við.

 

Og eg eri púra samdur!

 

Tað burdi verið ein sjálvfylgja, at vit lata kommunu ella land – ikki bæði - umsita økir.

 

Tað burdi eisini verið ein sjálvfylgja, at man ikki byggir fyri óneyðuga nógvar pengar í tí almenna og endurnýtir tekningar og annað, har man kann.

 

Tað burdi verið ein sjálvfylgja, at man ikki leggur umsitingarligar fótonglar fyri vælferðartænastur.

 

Tað burdi eisini verið ein sjálvfylgja at rokna øvugt, og spyrja hvat skal koma burturúr á einum øki. Hvussu skal sjúkrahúsverkið síggja út um 10 ár? Hvussu skal eldraøkið síggja út um 10 ár? Hvussu skal skúlaøkið síggja út um 10 ár? Lat okkum so rokna aftureftir, hvat skal til fyri at fáa hesi ynskiligu úrslit.

 

Í dag gera vit ov ofta tað øvugta. Vit stoyta pengar úr erva í eina skipan, sum kanska ikki altíð er gjørd til føroyska samfelagið, og so síggja vit, hvat kemur út til borgaran í hinum endanum.

 

Sjálvfylgiligu avgerðirnar, sum skulu til fyri at fáa besta vælferðarsamfelagið verða ikki tiknar. Tað má broytast. Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin.