Ísak skal royna seg móti Aalborg í donsku steypakappingini

Her er lutakastið til áttandapartsfinalurnar

Tað er ikki smávegis avbjóðing Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ hava fingið í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini.

 

Í áttandapartsfinaluni fær HØJ, ið spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vitjan av meistaraliðnum, Aalborg. 

 

Enn er eingin dagfesting nær dysturin verður leiktur. 

 

HER er lutakastið til áttandapartsfinalurnar. Føroyingaliðini eru merkt við feitum stavum:

 

Grindsted GIF – Fredericia Håndboldklub

 

Ribe-Esbjerg HH – Mors-Thy Håndbold

 

TMS Ringsted - TTH Holstebro

 

Sønderjyske – GOG

 

Nordsjælland Håndbold – Skjern Håndbold

 

Skive fH – Skanderborg AGF

 

KIF Kolding – Bjerringbro-Silkeborg

 

HØJ Elite – Aalborg Håndbold