Sanna Vitalis er 46 ára gomul, úr Havn og útbúgvin fólkaskúlalærari. Hon hevur arbeitt sum lærari í meira enn 21 ár og hevur eisini royndir sum deildarleiðari, samskipari og við ymiskum námsfrøðiligum uppgávum.
Hon hevur eitt sterkt tilknýti til HB. Øll trý børnini spæla við felagnum, og bæði hon og maðurin eru virkin í felagsarbeiðinum.
– HB hevur verið ein sera stórur partur av okkara lívi mongu seinastu árini. Fyri okkum er HB ikki bara eitt fótbóltsfelag. Tað er ein partur av okkara gerandisdegi, familjulívi og felagsskapi, sigur hon við heimasíðuna hjá HB.
Sanna Vitalis hevur verið nógv í og kring HB-húsið sum mamma, stuðul, hjálparvenjari og trivnaðarsamskipari. Nú fer hon at nýta sínar royndir í einum nýggjum leikluti.
– Eg vil vera við til at skapa eitt HB, har fólk kenna, at tey hoyra til, og har gerandisdagurin í felagnum koyrir væl, sigur hon.
Fer fyrst at lurta og læra
Fyrsta mánaðin ætlar hon sær serliga at lurta og læra. Hóast hon hevur nógv hugskot, fer hon ikki í starvið við einari ætlan um, at alt skal broytast.
– Eg vil fyrst læra húsið enn betur at kenna frá einum øðrum sjónarhorni. Eg vil finna út av, hvat riggar væl, hvat fólk eru glað fyri, og hvar vit kunnu gera tað enn betur, sigur hon.
Umframt at skapa trivnað í HB-húsinum skal hon seta seg inn í umsitingararbeiðið hjá felagnum. Tað fevnir millum annað um sáttmálar, loyvi, samskifti við Fótbóltssamband Føroya og onnur feløg umframt uppgávur í sambandi við evropeiskar dystir.
HB-húsið skal hava meira hita
Sanna Vitalis ynskir, at HB-húsið skal vera eitt stað, har fólk trívast og hava hug at vera, eisini tá tey ikki skulu til venjing ella dyst.
– Øll skulu kenna seg vælkomin. Børnini skulu kenna seg trygg, foreldur skulu kenna, at tey hoyra til, og venjarar skulu kenna, at teirra arbeiði verður sætt og virðismett, sigur hon.
Hon lýsir seg sjálva sum nærverandi, skipaða og hjartagóða.
– Eg gleði meg til, at hjartað í HB-húsinum fer at banka aftur – og hesaferð verður tað mítt, sigur nýggi samskiparin hjá HB í samrøðu á Facebookvanganum hjá HB.










