Í filminum “No Rest for the Wicked” er Sofia mamma Baldur

Birkblog:

 

- Í filminum "No Rest for the Wicked" var eg øgiliga upptikin av søguni um mammuna, sum følir, at hon missir sonin, og sum skal akseptera hann. Tað kenst fyri mær sum ein sterk og altíð galdandi søga. Tað var ein ótrúliga spennandi leiklutur at arbeiða við. Rasmus Birch og Kasper Kalle hava skrivað hana fjølbroytta. Hon hevur hennara egnu søgu í hesari kærleikssøguni. Hon hevur ein hug, ein vilja og má berjast nógv við seg sjálva gjøgnum filmin, sigur Sofia Nolsøe Mikkelsen, ið hevur leiklutin sum mamman, Ásla, í filminum, sum verður sýndur í næstu viku.

 

Les samrøðuna við Sofiu her: Sofia er mamma Baldur