Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni er byrjað.
Talan er aftur um fullsett skeið. 48 næmingar, allir føroyingar.
Næmingarnir koma úr øllum landinum.
Tað merkist í bygdamyndini í Vági, at Ítróttaháskúlin er byrjaður. Hvønn dag síggjast næmingar í bygdamyndini, t.d. á súkklu, ella á Garðabrúgv, har eitt yndisírtív er at dyppa, ella kava, hoppa og sum heild spæla sær við ymsum brøgdnum, sum myndin omanfyri ber boð um.
Myndin er tikin í góðveðrinum í gjár.










