– Eg eiti Ray YeowZz, eri úr Malaisia og arbeiði nú sum høvuðskokkur í Føroyum. Føroyska matmentanin og føroysku rávørurnar hava ávirkað mín matgerð, serliga virðingin fyri natúrligum smakki og einfaldleika, sigur hann.
Í 2025 vann Ray YeowZz kappingina um bestu gourmetpitsu í Danmark. Sigurin var ein serlig uppliving hjá kokkinum, sum hevur tikið bæði sína malaisisku bakgrund og føroysku matmentanina við sær inn í køkin.
– Eg eri errin av at sameina mína malaisisku bakgrund við føroyska matmentan. Malaisisk matgerð hevur lært meg at virðismeta kraftmiklar smakkir í góðari javnvág. Føroyar hava hinvegin lært meg at virða natúrliga eginleikan í hvørjari einstakari rávøru. Tí hevur hesin sigurin stóran týdning fyri meg.
##med2##
Tað einfalda er krevjandi
Hóast ein pitsa kann tykjast vera ein einfaldur rættur, hevur hvør smálutur í tilgongdini týdning.
– Eg eri góður við pitsu, tí hon sær einføld út, men alt hevur týdning: deiggið, fermenteringin, hitin og javnvágin millum smakkirnar. Pitsan gevur mær møguleika at sameina kraftina úr míni malaisisku bakgrund við reinu og natúrligu eyðkennini í føroyskum rávørum.
Íblásturin til vinnandi pitsuna kom úr Føroyum og teimum rávørum, sum eru tøkar her.
– Eg vildi, at pitsan skuldi hava samband við staðið, samstundis sum hon endurspeglaði mína egnu bakgrund og mínar royndir sum kokkur innan italska matgerð. Málið var at lata rávørurnar tala fyri seg sjálvar og sameina natúrligar føroyskar smakkir við malaisiskari ávirkan.
##med3##
Lært at varðveita natúrliga smakkin
Lívið í Føroyum hevur broytt arbeiðsháttin hjá Ray YeowZz. Serliga hevur hann lært at gera minni við rávørurnar og í staðin lata teirra egna smakk koma fram.
– Føroyskar rávørur hava ein serstakan dám. Tí royni eg at varðveita natúrliga smakkin heldur enn at fjala hann við ov nógvum øðrum smakki. Hetta hevur gjørt mína matgerð meira miðvísa og virðiliga mótvegis rávørunum.
Fyri Ray YeowZz er sigurin eisini ein viðurkenning av arbeiðinum og menningini, sum eru farin fram, síðan hann fór úr Malaisia.
– Sigurin umboðar alt tað harða arbeiðið og alt tað, eg havi lært, síðan eg fór úr Malaisia. Eg eri errin av, at pitsan megnaði at sameina tvey støð, sum hava stóran týdning fyri meg: mínar malaisisku røtur og mítt lív í Føroyum.
Næsta málið er at halda fram við at menna seg og kanna møguleikarnar í føroyskum rávørum.
– Eg vóni at skapa fleiri pitsur, sum sameina natúrligu smakkirnar úr Føroyum við hitanum, javnvágini og eyðkennunum úr míni malaisisku bakgrund, sigur Ray YeowZz.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
















