Fólkakirkjan skrivar, at nógv fólk varð komið saman, nú nýggju prestafólkini tóku við, eftir at Annika M. Gaard leitaði sær norð um fjørð undanfarna árskifti. Fagnaður og spenningur merktu løtuna, nú bæði ljós og lív skjótt verður í prestagarðinum aftur. Seinast góða hálva árið, hava teir báðir, Hanus Pál í Hvalba og Patrick í Vági, væl stuðlaðir av Jónsveini Bech, røkt Suðuroynna.
Eftir gudstænastuna varð borðreitt við góðum drekkamunni í kirkjuni, har høvi var at heilsa uppá Gurið, Jákup og børnini, sum seinastu sjey árini hava tænt í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Ein tíð, undirstrika tey, sum tað hava verið sera fegin um. Nú kallaði tó Suðuroyggin og fólkið, ið har býr.
Biskupur skipaði Jákup Erlingsson Petersen í embæti.
Aftaná løtuna í kirkjuni vóru kirkjuráðini í norðaru hálvu vertir fyri einum døgurða, har eisini nógv nýttu høvi at heilsa prestafólkunum vælkomnum.










