Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Ukraina hevur fingið eina minni nøgd av Patriot-rakettum.
- Vit hava nýliga fingið eina minni nøgd av amerikanskum patriot-rakettum, sum kunnu skjóta russisku ballistisku rakettirnar niður.
Forsetin veit at siga, at Ukraina eisini hevur fingið váttan um veiting av fronsku rakettskipanini, Crotale.
Zelenskyj sigur einki um, hvussu nógvar Patriot-rakettir talan er um, ei heldur hvør hevur latið landinum hesar.
Í einari CNN-samrøðu herfyri segði ukrainski forsetin, at landinum tørvar fimm prosent av amerikansku Patriot-goymslunum fyri at koma ígjøgnum veturin.
##med2##
- Og okkum tørvar 10 prosent av amerikansku Patriot-rakettunum fyri at skjóta niður allar tær russisku ballistisku rakettirnar.
Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at í Ukraina henda framtøk í menningini av egnari verjuskipan móti ballitisku rakettunum úr Russlandi.











