Maria P. Nólsoy fekk eina rimmar byrjan í hennara fyrsta kappingardysti fyri Keypmannahavn í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Maria var toppskjútti við sjey málum, tá Keypmannahavn á heimavølli vann tepran 30-29 sigur á Sønderjyske. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 17-10. Umframt at skjóta sjey mál legði Maria eisini upp til seks mál, og hon vann liðnum eitt brotskast.
Maria var eisini sambært hagtølunum hjá danska hondbóltssambandinum greitt mest effektivi leikarin hjá Keypmannahavn í kvøld.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á útivølli stórsigur 31-19 á Horsens. Í steðginum var Viborg á odda 15-9.
Jana skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.
Rakul framdi eitt gott avrik í sínum fyrsta kappingardysti fyri Skanderborg.
Skanderborg tapti á heimavølli 20-35 fyri Maritu Mortensen og liðfeløgunum í Nykøbing Falster, ið var á odda 17-10 í steðginum.
Rakul bjargaði 14 av 26 málroyndum, svarandi til 53,85 prosent. Kappingarneytin hjá Rakul, Lucca Else Bøg Hede bjargaði tó bert tveimum av 16 málroyndum.
Marita skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál hjá Nykøbing Falster.











