Tað hevur vakt ans í Danmark, at føroyska landsstýriskvinnan í javnstøðumálum ikki vildi luttaka til ein norðurlendskan fund um umstøðurnar hjá ungum LGBTI-persónum í Norðurlondum. Les meira um tað HER.
Í gjár tók P1 hjá DR hetta upp í útvarpssendingini Kulturen í sambandi við Copenhagen Pride vikuna, ið júst hevur verið.
Í sendingini tosaðu tey við Lars Henriksen, forfólk fyri LGBT í Danmark, og hann var bilsin av, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ikki valdi at luttaka til fundin saman við hinum norðurlendsku javnstøðumálaráðharrunum.
Lars Henriksen vísir á, at fyri nøkrum árum síðani var støðan tann sama í Danmark, tá snúði javnstøða seg bert um javnstøðu millum mann og kvinnu. Men nú fevnir hetta meira breitt og er eisini um javnstøðu millum seksualitet. Hann heldur, at danir eiga at blanda seg uppí fyri at betra um LGBT-umstøðurnar í Føroyum.
– Vit mugu tosa um tað órættvísið, sum er innan ríkisfelagsskapin. At man sum borgari í ríkisfelagsskapinum hevur somu rættindi, óansæð hvar í ríkinum man er, sigur hann í Kulturen hjá P1.
Eisini sigur hann, at umframt fleiri fyrimunir so fylgja nakrar treytir við at vera í einum ríkisfelagsskapi - og tað er millum annað, at man sum borgari í danska ríkisfelagsskapinum hevur somu rættindi, uttan mun til hvønn seksualitet man hevur.
Hoyr innslagið hjá P1 frá 03:00 HER.
(Fotografur: Olafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix)