Tað verður meiri og meiri spennandi at verða suðuroyingur.
Tí um góðar tvær vikur skal Smyril á beding á Skála og enn hevur Strandferðslan onga hóming av, hvat skip hon fær at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina fyri hann, tær seks vikurnar, hann verður úr siglingini.
Hartil kemur, at fyrrapartin í gjár vóru fíggjarviðurskiftini hjá Strandferðsluni heldur ikki komin í rættlag við tað, at fíggjarnevndin er ikki enn liðug at viðgera umsóknina um eykajáttan til Strandferðsluna. Og fyrrenn tað er avgreitt, hevur hon ikki ráð til at leiga eitt avloysaraskip.
Men Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at leitað verður framvegis eftir einum hóskandi skipi.
Og aftur í gjáramorgunin hevði hann fingið nøkur nøvn á borðið, sum skuldi kannast nærri.
Og á miðdegi í gjár hevði hann onga hóming av, um hesi skipini vóru hóskandi til endamálið.
?Vit hava biðið um fleiri upplýsingar og tá ið vit hava fingið teir, taka vit støðu, sigur hann.
Men nú hevur tað skund og møguleikin at finna eitt ekjuskip á sama støði sum Smyril, eru ógvuliga smáir nú, fyri ikki at siga ongir.
Tí er Strandferðslan líka nógv farin at hyggja eftir einum farmaskipi, sum kann flyta tann nógva farmin, men sum eisini kann taka nøkur ferðafólk. Stjórin sigur, at nú Smyril fer á beding, verður roynt at roynt at fáa hann lidnan til jóansøkuna, men tað er ikki vist, at tað eydnast, tí tað er rættiliga umfatandi, sum skal gerast.
Torleif Mikkelsen, skipsmeklari er ein av teimum, sum hevur leitað eftir skipi til Strandferðsluna og hann dugir ikki at síggja, hvussu tað skal bera til at finna ein ekjuskip, sum á sama støði sum Smyril er á. Og hann vísir á, at longri tað líður út, minni verður møguleikin. Talan er eisini um eitt lítið leigumál og skal skip útvegast til tað, við so stuttum skotbrái, kann eisini væntast, at prísurin verður hareftir.
Men hann vísir eisini á, at føroyska skipanin er alt ov stirvin.
?Áðrenn strandferðslan kann taka støðu til eitt leigumál, skal málið fyrst leggjast fyri landsstýrismannin og síðani fyri Løgtingið. Og á altjóða skipamarknaðinum skilja tey heilt einfalt ikki, hví eitt so lítið leigumál, sum hetta, skal líka í lóggevandi tingið at verða viðgjørt, sigur hann.
Hann vil ikki siga, at hetta ger, at vit ikki verða tikin í nóg stórum álvara.
? Men, hvat hevði tú sagt, um tú ferð eftir ferð varð biðin at útvega eitt skip, men at tú, hvørja ferð eitt var í eygsjón, fær at vita, at avgerð kann ikki takast enn, tú málið skal fyrst ígjøgnum tað lóggevandi tingið, spyr hann.