Hava bjargað 38 kirkjugangarum í Nigeria

- Takkað verið okkara trygdardeildum seinastu dagarnar eru øll 38 bjargað, skrivar forsetin í Nigeria á X

Allir teir 38 kirkjugangararnir, sum vórðu burturfluttir í einum álopi í Eruku í Nigeria í síðstu viku, eru bjargaðir.

 

Tað sigur forseti landsins, Bola Tinubu.

 

- Takkað verið okkara trygdardeildum seinastu dagarnar, eru øll 38 bjargað, skrivar forsetin á X, fyrrverandi Twitter.

 

Hann vísir til álopið á eina kirkju undir einari gudstænastu í síðstu viku, har tvey fólk vórðu dripin.

 

Sagt verður, at álopið varð filmað og lagt út á internetið.

 

Bola Tinubu kemur ikki við nøkrum smálutum um, hvør stóð aftanfyri álopið - ei heldur um bjargingina av teimum burturfluttu.

 

Fyrr í dag varð eisini sagt, at tað hevur eydnast 50 av teimum fleiri enn 300 skúlabørnunum, sum vórðu burturflutt úr einum katólskum skúla fríggjadagin, at rýma.

 

Tað er www.tv2.no, sum ber hesi tíðindi í kvøld.