Hava brúkt 10 milliónir til at leita eftir Madeleine

-Vit hava brúkt nógvar pengar til at leita eftir henni, men eitt barn hevur ongan prís, sigur Kate McCann

Gerry og Kate McCann hava framvegis vón um at finna Madeleine aftur á lívi, hóast eingin hevur sæð hana ella hoyrt frá henni, síðani hon hvarv í Portugal tann 3. mai í fjør.

-Vit vóna at finna hana á lívi, men er hon deyð, vilja vit hava tað at vita, sigur Kate McCann við bretska blaðið Daily Mirror. Hon vísir á, at tær flestu metingarnar siga, at Madeleine er á lívi, og at tað er einki í løgreglufrágreiðingunum, sum bendir á, at nakað álvarssamt skal vera hent gentuni.

Í samrøðuni við Daily Mirror avdúka Gerry og Kate McCann, at tey hava brúkt næstan 10 milliónir krónur til leitingina eftir Madeleine.

-Tað eru nógvir pengar, men eitt barn hevur ongan prís, sigur Kate McCann við blaðið.