Hava fingið nýggja nevnd


Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevði aðalfund um vikuskiftið og tá varð nýggj nevnd vald.

Í nevndini sita nú Jon Konoy, skrivari, úr Leirvík, Gerhard Logneberg, borgarstjóri, úr Skopun, teir eru báðir afturvaldir. Nývald í nevndina eru Gunn Joensen, borgarstjóri, úr Vestmanna, Herálvur Jacobsen, bygdaráðslimur, úr Sørvági og Sunniva Kollslíð, bygdaráðslimur, úr Hvalvík .

Úr nevndini fóru Petur Kruse úr Sørvági, Anna Larsen úr Porkeri og Oskar Joensen av Nesi, tey stillaðu ikki uppaftur.