Hava fingið yvir 50 boð um stormskaðar
Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í nátt og tá ið klokkan var farin av átta í morgun, hevði løgreglan fingið yvir 50 fráboðanir um skaða. Men løgreglan sigur, at talan er um smærri skaðar og ongin fólkaskaði hava verið. Tað eru tekjur sum ríva, o.s.fr.
Umframt skaðarnar, sum løgreglan hevur fingið boð um, eru eisini aðrir skaðar, har fólk hava ringt beinleiðis til sløkkiliðini og bjargingarliðini. Ein av hesum skaðum, er, tjaldið, sum er sett upp uttan fyri Glasi til næmingar, er fillað sundur og er farið í luftina, so har stóð bara skrokkurin eftir.
Løgreglan sigur, at skaðar eru fráboðaðir í 19 bygdum. Í Suðuroynni hava verið seks skaðar, í Miðøkinum, sum Sandoy, Streymoy og Vágar, hava verið upp ímóti skaðar og norðurøkinum, sum er Eysturoy og Norðoyggjar, hava verið 15-20 skaðar. Men tey vænta onkrar fráboðanir afturat nú tað lýsir í og fólk fáa betur yvirlit yvir støðuna