Hava fylgt Keating síðani 1997

At Ronan Keating vitjaði í Føroyum um vikuskiftið merkir eisini, at Lynne Sharples úr Onglandi og týska Sanina Hornig eisini vitja í Føroyum.


Tær báðar eru, um nakar, sannir Keating fjepparar, og hava fylgt honum síðani 1997.

-Vit eru villar við honum. Tað er ikki ov nógv sagt, sigar tær báðar, sum hava upplivað eini 300 konsertir við Ronan Keating kring alt Europa.

Tær fylgdu honum fyrstu árini í Boyzone og síðani tá hann royndi seg á egnum beinum í 2000 til dagin í dag.

-Vit eru væl við hann. Hann er fittur og fyrikomandi, og vit kenna eisini tónleikarar hansara, og tað hendir, at vit sleppa við, tá teir taka sær av løttum, siga tær báðar.

Tá tær soleiðis ferðast nærum allastaðir, har Keating hevur konsert, so merkir tað, at tær ikki gera nógv av at ferðast annars. Soleiðis fáa tær tíð og ráð at fylgja Keating.

-Vit hava sjálvsagt eisini nøkur rættiliga liðilig gjaldskort, skemtast tær báðar.

-Keating er okkara frítíðarítriv, kann ein siga, og tað er veruliga so, at sjálvt um vit hava upplivað 300 konsertir við Keating, so er ongin konsert líka, siga Lynne og Sanina.

Sanina hevur eina heimasíðu fyri Keating fjepparar.

Tær fegnast báðar um at vera komnar til Føroya at uppliva Keating og vakra landið. Og tær fegnaðust um, at gott veður var í Klaksvík, tí tær hava frætt, at tað kann lættliga henda í Føroyum, at veðrið ger seg galdandi og at konsertir mugu avlýsast.