Hava fyri fyrstu ferð útflutt sil av laksi

Í farna mánaði útflutti Fiskaaling sil av laksi til Noregs, og sambært stjóranum, Øystein Patursson, er hetta helst fyrstu ferð í søguni, at Føroyar hava útflutt sil.

Í farna mánaði útflutti Fiskaaling sil av laksi til Noregs, og sambært stjóranum, Øystein Patursson, er hetta helst fyrstu ferð í søguni, at Føroyar hava útflutt sil.

– Fyrr høvdu vit á Fiskaaling okkara egna føroyska laksastovn, men hetta hava vit broytt tey seinnu árini, soleiðis at vit nú hava sama stovn sum onnur. Tað gevur møguleika at flyta bæði sil og rogn ímillum lond, sigur Øystein Patursson.

– Higartil hevur flutningurin bara verið annan vegin, men av tí at vit ala alt á landi, fylgja vit ikki árstíðunum á sama hátt sum tey gera í Noregi. Tí kann tað verða onkur tíð á árinum, har tey hava tørv á at keypa frá okkum, sigur hann.

Spurdur um Fiskaaling fer at gera meira við at útflyta sigur Øystein Patursson, at tað er ikki óhugsandi, at samstarvið í framtíðini fer at venda báðar vegir, men hetta tekur tíð at byggja upp.

– Tað at vit útfluttu sil nú, var eitt sertilfeldi sum knappliga kom í, sigur hann.

Skræddaraseymað rogn

Flestu rognini sum Fiskaaling keypir koma frá SalmoBreed í Noregi, og tey eru skræddaraseymað til føroysku alivinnuna, sigur stjórin. Spurdur, hvat tað merkir, at rognini eru skræddaraseymað, sigur hann, at tey verða ald til serútvaldar eginleikar, sum føroyska alivinnan hevur tørv á. Her verður millum annað hugt eftir mótstøðuføri móti sjúkum, sum raka føroysk aliøki. 

Útflutningurin av silum gav Fiskaaling eina inntøku á umleið eina hálva millión krónur.