Hóast bæði flogfør og tyrlur hava leitað seinnapartin og í kvøld, hava tey ikki funnið tað norska hernaðarflogfarið, sum hvarv yvir Norðursvøríki seinnapartin. Norski verjumálaráðharrin, Espen Barth Eide, hevur tó váttað á einum tíðindafundi í kvøld, at flogfarið er dottið niður.
Verjumálaráðharrin segði, at enn ber ikki til at siga, hvat er hent teimum, sum vóru í Hercules-flogfarinum, ið var á veg til svenska býin Kiruna, tá flogeftirlitið misti tað av radaraskíggjanum. Við flogfarinum vóru fimm fólk, fýra menn og ein kvinna.
Bjargingartænastan í Norðurnoregi fekk klokkan 16 lokala tíð at vita frá svensku loftferðslumyndugleikunum, at Hercules-flogfarið var ikki komið til Kiruna. Sambært norska verjumálaráðnum hevur einki samband verið við flogfarið síðani klokkan 15 lokala tíð.