Hava ikki mist takið á hornunum

Løgmanssteypið: GÍ megnaði at halda tætt móti vágamonnum, og tískil brast dreymurin hjá samansetta liðnum um at røkka finaluni í steypakappingini

FS Vágar-GÍ 0-0

GÍ víðari við 4-3 samanlagt


Eftir tepra tapið í Gøtu í fyrry hálvfinaluni, vóru helst fleiri vágafólk, sum hómaðu møguleikan fyri einum heldur óvæntaðum finalusessi í steypakappingini.

Dysturin móti GÍ leygardagin hevði helst eisini sítt at siga í hesum sambandi. Her megnaðu vágamenn endiliga at prógva, at tað ber til at vinna móti liðum í bestu deildini, og fyri sjálvsálitið hevði hesin sigur helst alstóran tydning.


Tamt i fyrra

Fyrra umfarið av dystinum mánadagin gav eisini ábendingar um, at tað kanska kundi eydnast vágamonnum at fáa ein sigur móti gøtumonnunum, sum als ikki tykjast hava funnið rætta spælið fram í ár.

GÍ hevði vindin í ryggin, og hetta viðførdi eisini, at teir høvdu góðar fortreytir fyri at leggja trýst á vágaliðið.

Teir heilt stóru møguleikarnir varð tó sjáldan talan um, tó at Remi einar tvær ferðir noyddist út í fulla longd at verja fyri skotum frá ávíkavist Magna Jarnskor og Súna Olsen. Vágamenn vóru tó ikki sørir, og við eitt sindur av hepni kundi eisini eydnast Kim Poulsen at lagt heimaliðið framum, men tvørstongin bjargaði fyri GÍ.


Vandamiklir deyðbóltar

Seinna umfarið hevði heimaliðið vindin í ryggin, og tað tóktist eisini greitt, at teir ætlaðu at gagnnýta henda sum best.

Hetta hevði eisini einstakar vandamiklar støður framman fyri GÍ málinum við sær, men hinvegin var eisini um reppið, at GÍ brádliga avgjørdi dystin, tá Remi við eini frálíkari bjarging forðaði fyri, at Bartal Eliasen stútaði bóltin í málið.

Í hinum endanum var mesti vandin á ferð, tá verjurisin, Darius, kom sær framvið í deyðbóltsstøðum, og eina ferð tók bólturin í stólpan, áðrenn GÍ verjan fekk ruddað bóltin burtur.

Eisini gav støðuga trýstið einstakar aðrar møguleikar, men í flestu førum gjørdist talan um skot úti frá, harav eitt frá Tór-Ingar Akselsen tók í tvørstongina á vegnum út.

Sum tíðin gekk, tóktist tað alt meira sannlíkt, at gøtumenn skuldu megna at standa móti trýstinum. Tað var sjónligt, at teir høvdu royndirnar, sum eru so týdningarmiklar í slíkum dystum, og hóast tað onkuntíð stóð nógv á, so var ongantíð líkt til, at talan skuldi gerast um ræðslukent verjuspæl.


Geva altíð alt

Seinastu løtuna av dystinum royndu vágamenn at flyta alt fólkið fram, og royndu teir so at senda langar bóltar móti høvdinum á Darius. Nærmast eini avger mundu teir tó vera, tá Bartal Eliasen skuldi leggja aftur til Sunnvard, men í staðin stútaði beint fram við stólparótini. At Remi so eisini kom fram við til eftirfylgjandi hornasparkið nyttaði heldur einki, og tá Lassin so floytaðu fyri seinastu ferð, kundu GÍ leikararnir fegnast.

Finalusessurin í sjálvum sær er sjálvandi ein góð orsøk at fegnast um, men gleðin á gøtumonnunum botnar helst eisini í, at teir við samanlagda sigrinum á vágamonnum framvegis hava møguleikan at fáa okkurt burtur úr einum kappingarári, sum hevur verið alt annað enn væl eydnað higartil.

Sjálvandi kunnu teir framvegis gera onkrar skreytir í landskappingini, men við tíggju stigum upp til ovasta liðið tykist tað ósannlíkt, at teir skulu røkka nøkrum í so máta hetta kappingarárið.

Nú eru teir bert ein dyst frá sigri í steypakappingini, og hóast HB helst má metast sum favorittur at vinna finaluna, so hevur søga seinastu tíggju árini lært okkum, at tá tosað verður um GÍ, verður eingin avgerð tikin, fyrr enn leikararnir hava givið alt tað teir orka í 90 minuttir ella so leingi, sum dómarin ikki hevur blást dystin av.


FS Vágar-GÍ 0-0

FÍ víðari við 4-3 samanlagt


Dómari: Lassin Isaksen


FS Vágar:

Remigius Mikoliunis, Emil Hentze, Zylvanius Sudis, Darius Magdisauskas, Rimvydas Bakus ? Tór-Ingar Akselsen, John Johansen, Albert Ari Thomassen, Sonni Johansen ? Birgir Joensen, Kim Poulsen


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Martin Thomsen ? Rúni Justinussen, Helgi L. Petersen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Súni Olsen ? Hans Pauli Petersen, Henning Jarnskor.

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.