Transfer-søgan um Ronaldinho tóktist vera av um vikuskiftið, tá italskir miðlar skrivaðu, at undirskriftin at kalla var upp á pláss við AC Milan.
Enn er hetta tó ikki váttað, og nú ljóðar, at Manchester City framvegis er við í kapprenningini um spælaran.
Í Barcelona verður sagt, at tey nú hava sett eina freist upp á 72 tímar, og enska soccernet.com skrivar, at umboð fyri Manchester City og AC Milan nú eru í Barcelona til samráðingar.
Sum skilst, so hevur Ronaldinho sjálvur góðan hug at fara til italska stórfelagið, men pengaposin, sum Manchester City hevur, er munandi størri, og tí er talan um fíggjarliga betri handil fyri bæði spælaran og Barcelona, um framtíðin hjá Ronaldinho er í Manchester. Kanska við EB/Streymi sum fyrsta mótstøðuliði sínum.