Átta limir í Starvsmannafelagnum vórðu uppsagdir í Almannaverkinum í heyst, tí stovnurin skuldi spara.
Starvsmannafelagið hevur nú kært fimm av uppsagnunum, tí felagið heldur grundarlagið fyri uppsagnunum verða ógreitt.
Felagið sigur, at kæran er latin Almannamálaráðnum, men av tí at ráðið metir seg vera ógegnigt at viðgerða kæruna, skal Løgmansskrivstovan taka støðu til hvør skal viðgera kæruna.
Kæran snýr seg bæði um sjálvt innihaldið í uppagnunum og mannagongdina, tá ið starvsfólkini vóru uppsøgd.
Starvsmannafelagið heldur, at Almannaverkið í fleiri av málunum hevur ikki gjørt sær nóg greitt hvussu virksemið á stovninum skuldi skipast, eftir at uppsagnirnar vóru settar í verk.
- Fyri Starvsmannafelagið hevur tað avgerðandi týdning, at grundarlagið fyri uppsagnum er so mikið greitt og væl upplýst, at felagið og tey uppsøgdu kunnu kenna seg nøkunlunda vís í at uppsagnirnar eru sakligar í mun til sparingina.
Starvsmannafelagið setir eisini spurnartekn við um reglurnar um hoyring vóru hildnar í summum av málunum.
Tá starvsfólk verða uppsøgd hava tey rætt til at gera viðmerkingar til orsøkirnar til uppsagnirnar.
Men Starvsmannafelagið sigur, at í fleiri av málunum vórðu nýggjar orsøkir førdar fram í endaligu uppsøgnini, sum ikki vóru nevndar í ætlanarskrivunum, og sum tey uppsøgdu tískil ongantíð fingu høvi at gera viðmerkingar til.
Hettar kann ikki vera rætt, heldur Starvsmannafelagið, sum heldur, at talan er um ein viðkomandi formligan feil, sum kann hava ávirkað endaliga úrtslitið.
|