Hetta vikuskiftið hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna ymsastaðni í meginøkinum. Eitt nú vórðu ferðmátingar gjørdar í Eysturoy og í Streymoynni, bæði á landsvegi, á strekkjum har tað loyvt at koyra 80, og í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. Løgreglan sigur, at úrslitið varð, at einir seks bilførarar fingu bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari enn loyvt er.
Um náttina hevur løgreglan eisini steðgað fleiri bilum fyri at vita um bilførararnir vóru edrúir, men tað vóru tað tveir bilførarar, sum ikki vóru og tey málini ganga sína gongd.
Og í morgun hevur løgreglan verið við skúlar í Eysturoy og í Havn at kanna støðuna, tá ið børnini komu í skúla. Í hesum sambandi verður hugt eftir, at børnini sita í trygdarbelti, og at umstøðurnar eru forsvarligar, tá ið tey verða sett av. Men har vóru øll viðurskifti ílagi, sigur løgreglan.
Annars hevur tað verið rættila friðarligt um vikuskiftið, tey hava fingið eina fráboðan um harðskap, har onkur er sligin og tað málið verður nú kannað.