Hava kavað í fimmti ár

Fríggjadagin í farnu viku vóru liðin fimmti ár, síðani Tórshavnar Froskmannafelag varð stovnað. Tað vóru slóðbrótandi menn, sum byrjaðu at snorkla og kava undan hesum, men hendan dagin varð altso stovningarfundur felagsins hildin.

Við fimmti árum á baki er Tórshavnar Froskmannafelag elsta froskmannafelag í landinum. Um tað ikki er nóg mikið, so er felagið eisini næstelsta froskmannafelag í danska kongaríkinum.

Her kann til stuttleikar nevnast, at Føroyar umboðaðu alt kongaríkið nøkur ár í altjóða frítíðarkavarafelagskapinum CMAS.

Hetta var ikki so væl dámt í Danmark, men CMAS vildi bert loyva einum landi úr hvørjum ríki upp í felagsskapin. Og so leingi, sum Føroyar ikki vildi geva sítt pláss til Danmark, var einki at gera!

Hendan ósemjan bleiv tó seinni loyst í øllum góðum, ovasta ráðið í CMAS samtykti, at bæði Føroyar og Danmark kundu hava limaskap í felagnum ísenn.


Húsvillir

Í dag heldur felagið til uppi á loftinum á Reinsarí’num í Tórsgøtu og í garaguni aftanfyri.

Men í løtuni fara stórar umbyggingar fram á økinum. Húsini og økið aftanfyri skal nýtast til annað mentanarligt endamál skilst á lagnum, so felagið hevur í løtuni eingi felagshøli at húsast í.

- Tað kenst eitt sindur hugstoytt at standa mestsum húsvill eftir fimmti ár í høvuðsstaðnum. Men í heyst verður væntandi funnin ein nøktandi loysn á hesum máli í samstarvi við Tórshavnar Kommunu, sigur felagið.

Í sambandi við runda føðingardagin fer felagið at halda ein aktivan føðingardag við kaving og øðrum á skránni. Um viðrar verður farið úr Hoyvík leygarmorgunin kl. 10.

Ætlandi gongur leiðin út á Hoyvíksfles til morgunmat og hugnaløtu. Til hetta tiltak eru allir limir felagsins og øll onnur áhugað vælkomin.

Njørður, sum er báturin hjá felagnum, verður tøkur, og fara vit at royna at fáa so nógv fólk sum gjørligt út á flesina til morgunmat.

Eydnast teimum ikki at koma út á flesina, verður dagurin ístaðin hildin inni á støðni í Hoyvík.



Sameindar kreftir

Grein 1 í lógum felagsins sigur soleiðis:

Navn felagsins er Tórshavnar Froskmannafelag.

Endamál felagsins er sambært stovningarfundin hin 3. august 1957: ”Við sameindum kreftum at granska verðina undir vatnskorpuni”