Hava longt sáttmálan til á midnátt í annaðkvøld

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, sum samráðast um nýggjan sáttmála, hava fyribils longd sáttmálan í 24 tímar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, sum samráðast, hava longt sáttmálan, sum fór úr gildi 1. mai, til og við á midnátt hósdagin 7. mai.

Feløgini samráðast um nýggjan sáttmála, og hildið verður á við samráðingunum í morginári.

Arbeiðarafeløgini, sum samráðast saman eru Føroya ArbeiðarafelagHavnar ArbeiðarafelagHavnar ArbeiðskvinnufelagKlaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag.