Hava onga náttúruumsiting

Vit vilja hava eina tíðarhóskandi umsiting, sum er grundað á fakligheit, sigur Jóhannis Danielsen, formaður í Føroya Fuglafrøðifelag.

Føroya Fuglafrøðifelag krevur eitt komandi landsstýri, um at seta á stovn eina náttúru- og umhvørvisumsiting.

 

Í yvirlýsing, sum varð send fjølmiðlunum um vikuskifti, vísir felagið á, at landsstýrið longu í 2001 fekk eina frágreiðing, har tað varð staðfest, at náttúrufriðingarlógin als ikki varð tíðarhóskandi náttúrufyrisiting.

Nú minnir felagið aftur politisku skipanina á støðuna, og ynskir eina umsiting við í komandi samgonguskjalið.

Jóhannis Danielsen, limur í Føroya Fuglafrøðifelag, greiddi á Ras 2 frá, hví ein umsiting er neyðug.